Lýsing
Dugir tú væl at leiða verkætlanir, skipa arbeiðið og koma á mál? Líka mikið, um tað snýr seg um skipanir, KT ella organisatión?
So hevur tú møguleikan at søkja starv sum verkætlanarleiðari á Gjaldstovuni. Einum stovni, sum í dag virkar meira sum tænastustovnur enn sum siðbundin myndugleikastovnur.
Hjá okkum fært tú ein fjølbroyttan arbeiðsdag, har verkætlanirnar spenna víða tvørtur um okkara virkisøki.
Uppgávan
Høvuðsuppgávan er verkætlanarleiðsla, men eisini er neyðugt at hava tev fyri at samskipa, samskifta og duga væl at skriva og skjalfesta.
Talan er í høvuðsheitum um hesar partsuppgávur:
Leiða verkætlanir og stýra teimum: Tú ert við at formulera sjálva verkætlanina, stendur á odda fyri verkætlanartoyminum, leggur ætlanir og tryggjar framdrátt.
Samstarva: Tú røktar sambandið við stýrisbólk, verkætlanareigara, veitarar og aðrar áhugapartar og skjalfestir tilgongdirnar.Handfara útboð: Tú stendur fyri útboðstilgongdum og samskiftir við veitarar.
Hava fíggjarstýring: Tú hevur fíggjarligu ábyrgdina av tínum verkætlanum.
Miðla og skjalfesta: Tú skipar fyri verkstovum og kunningarfundum, og tryggjar skjalfesting av tilgongdini.
Dømi um verkætlanirnar
Tær fyrstu verkætlanirnar, sum standa fyri framman, eru:
- Á lønarøkinum verður nýggj vaktætlanarskipan ment. Fyrsta stigið er tikið, og hon er júst sett í verk fyri dagstovnaøkið hjá Tórshavnar kommunu. Hon skal eisini verða brúkt fyri Almannaverkið, sjúkrahúsini, eldraøkini umframt aðrar almennir stovnar.
- Á bókhaldsøkinum verður nýggj kreditorskipan ment. Hon verður í høvuðsheitum ment við innanhýsis manning á Gjaldstovuni. Verkætlanin er stór og fjølbroytt, og nógvir brúkarar eru í skipanini.
- Mynstra og mynstra av. Nógv alment sett starvsfólk skulu hava atgongd til skipanir hjá Gjaldstovuni, tá ið tey koma í starv. Eisini skal verða tryggjað, at tey altíð hava røttuatgongdirnar og at tær verða strikaðar, tá ið tey fara úr starvi. Verkgongdin at fáa atgongdirnar skal verða greið, smidlig og soeinføld sum til ber at biðja um og avgreiða.
Um teg
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Tú hevur royndir at standa fyri umfatandi verkætlanum, og hevur eisini arbeitt við grundleggjandi leiðsluamboðum innan verkætlanarleiðslu. Tú hevur góða heildarfatan av KT og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Tú mást duga væl at skriva og orða teg á føroyskum.
Tað er umráðandi, at tú arbeiðir skipað og hevur góð samstarvsevni. Tú ert ágrýtin, arbeiðir miðvíst, dugir væl við fólki og hevur evni og hegni til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.
Umsóknarfreistin er 10. desember í 2025
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “Verkætlanarleiðari til Gjaldstovuna”.
Hevur tú spurningar um starvið? Set teg í samband við Duritu Tausen á 214954 ella durita.tausen@gjaldstovan.fo
Um okkum
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit – tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í sjey høvuðsøki: KT Landsins, KT Trygd, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins, Roknskapur Landsins, Keyp Landsins og Talgildu Føroyar.
Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag