P/F ARTICON
Útgivið
10. oktober 2022
Útgongur
20. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir verkætlanarleiðara at byrja skjótast til ber.

Vit hava fleiri smærri og størri verkætlanir í gongd í løtuni. Tú kann vænta bæði spennandi og avbjóðandi uppgávur í eini føroyskari byggifyritøku, har lyklaorðini eru dygd, trygd og trivnaður.

Arbeiðsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Verkætlanarleiðslu
  • Verkætlanarmenning
  • Fíggjarstýring
  • Starvsfólkaleiðslu
  • Tilboðsrokning

Tín vangamynd

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvsevni
  • Arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt.
  • Nærløgd/nærlagdur og hevur gott fíggjarligt skil.
  • Góðan leiðsluskap

Fakligir førleikar

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði og/ella byggifrøði. Tað er eitt krav, at tú hevur royndir innan verkætlanarleiðslu.
  • Góður kunnleiki til KT-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er ein treyt.
  • Vit vænta harumframt, at tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt, danskt og enskt.

Vit bjóða

  • Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Tú kemur at arbeiða í einum toymi av byggileiðarum, teknikarum og formonnum.
  • Tú kann vænta at uppliva eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjølbroytni bæði í aldri, kyni og mentan.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson á tlf. 350700 ella 210683 ella Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara á tlf. 226117.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. oktober 2022. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið