Lýsing
Hevur tú hug at mynda framtíðar heilsuverkið í Føroyum?
Vit leita eftir verkætlanarleiðara í sambandi við okkara nýggju Heilsuskipan. Loysnin fevnir um alt tað føroyska heilsuverkið, sjúkrahús, kommunulæknar og heilsutænastur. Hetta er ein einstøk verkætlan við stórari samfelagsligari ávirkan.
Verkætlanin er skipað í eina programmleiðslu, sum vísir til ein programmstýrisbólk. Afturat programmleiðsluni er knýtt programmskrivstova, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur, ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin er býtt í verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum. Fyrireikingarnar at skipa innkeypstilgongdina, herundir kravfesting, útboð, val av veitara og loysn eru byrjaðar.
Tú verður partur av programmskrivstovuni - skrivstovan hevur yvirskipað uppgávu
- at vera skrivstovufyrisiting og samskipan fyri samlaða programmið;
- at samskipa innanhýsis og uttanhýsis samskifti;
- at framleiða og dagføra tíðarætlanir og annað tilfar;
- at skráseta, samskipa og viðlíkahalda tiltøk, uppgávur og arbeiði í programm- og verkætlanartoymum og amboðum;
- at hava fíggjarlig eftirlit og uppfylgjan;
- at stuðla verkætlanarleiðarum og øðum starvsfólk, við arbeiðinum í ymisku verkætlanum og verkætlanarsporum.
Programmskrivstovan hevur afturat hesum operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika og serfrøðingar innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðingar, arkitektur, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar v.m.
Sum verkætlanarleiðari fært tú ein virknan og týðandi leiklut í sambandi við framtíðar heilsuverkið. Umframt at stuðla samlaða Programminum, verður dentur lagdur á at leiða eitt ella fleiri verkætlanarspor í innkeypstilgongdini og verksetanini av nýggju heilsuskipanini.
Tínar uppgávur og ábyrgdarøki
- At leiða verkætlanir og tryggja at loysnin stuðlar kliniska arbeiðinum í Heilsuverkinum.
- Fasilitera samstarv millum heilsufakligar fakbólkar og starvsfólk, áhugabólkar, tilvísingarbólkar og veitarar
- Tryggja at kravfestingar endurspegla tørvin hjá øllum áhugapørtum, herundir starvsfólkum innan alt Heilsuverkið
- Luttaka í kravfesting og í metan av loysum
- Tryggja kjølfesti og engagement millum starvsfólk og leiðarar
- Luttaka í planlegging og fyriskipan av verkstovum og ymiskum fundum
- Verkætlanar rapportering
Programmið er av sera stórum samfelagsligum týdningi og eitt eindømi í Føroya søgu innan heilsufakliga talgilding. Arbeiðið er skipað í fleiri fasum, og tí er tað ein treyt, at tann ið verður settur, tolir broytingar í starvinum. T.d. eftir innkeypstilgongdina verður neyðugt at verkseta loysnina, og tískil er neyðugt at leiða eitt ella fleiri aðrar verkætlanir ella verkætlanarspor í samlaða Programminum.
Vit vænta, at tú hevur
- Drúgvar royndir við verkætlanarleiðslu. Royndir innan heilsuverkið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt
- Royndir við PRINCE2, Agile ella líknandi verkætlanaramboðum
- Áhuga fyri talgilding og heilsutøkni
- Góð samskiftisevni á føroyskum og donskum
- Evni at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og at taka ábyrgd í einum samansettum verkætlanarumhvørvi
- Evni at skapa álit og samstarv, umframt at leiða tvørfaklig toymir við ymiskum fakligum bakstøði í heilsuverkinum
- Evni at leiða gjøgnum broytingar, sum kunnu vera torførar og krevja nógv av starvsfólki
- Evni at skapa tryggleika og kjølfesti, hóast møguliga óvissu og nýggjar arbeiðshættir
Vit bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv við stórari ávirkan á framtíðar heilsuverkið í Føroyum
- Møguleika fyri førleikamenning
- Eitt dynamiskt og eldhugað arbeiðsumhvørvi
Okkara visjón
Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgaravenda talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal loysn, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnir í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað í 5 ár við starvsbyrjan 1. november 2025 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Vinaliga søk starvið her.
Umsóknarfreistin er 29. august 2025. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Annfinn Thomsen, programmleiðara á telefon +298 783700 ella teldupost annfinn@ls.fo.