VISIT TÓRSHAVN
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
5. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fá útheimin sum títt arbeiðspláss
– og fá útheimin heim til Føroya

Vinnuferðafólk eru fólk, sum ferðast í vinnuligum ørindum. Visit Tórshavn, Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommuna eru farin at samstarva um at menna føroysku vinnuferðavinnuna. Nú er tørvur á verkætlanarleiðara – er tað tær, vit leita eftir?

Í hesum starvinum sleppur tú at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, har tú fert at marknaðarføra Føroyar og Havnina sum eitt ráðstevnu- og fundarstað. Tú arbeiðir fyri okkum á Visit Tórshavn, meðan skrivstovan er á Visit Faroe Islands.

Starvið inniber

  • At marknaðarføra Føroyar og Havnina
  • At menna Føroyar sum burðardygt ferðamál
  • At samskifta við kundar og netverk úr øllum heiminum
  • At bjóða upp á ráðstevnur
  • At samskifta við føroyskar ambassadørar í vinnuferðavinnu

Hetta setur krøv til, at tú hevur royndir við altjóða marknaðarføring og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit vænta, at tú

  • Hevur royndir innan altjóða sølu og marknaðarføring
  • Hevur viðkomandi akademiska útbúgving
  • Tosar og skrivar gott enskt og dugir at samskifta á grannamáli
  • Ert málsøkin og hevur altjóða seljaralyndi

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv við nógvum samskifti úteftir á høgum fakligum stigi, ið tú verður við til at skapa. Tú kanst vænta ein fjølbroyttan gerandisdag og nógva uttanlandsferðing.

Løn og setanartreytir
Hetta er eitt tíðaravmarkað starv fyri fólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður sett sum skjótast og er tíðaravmarkað til mai 2024 – kanska longur.

Tú fært løn eftir avvarðandi sáttmála.

Send umsókn
Umsóknir til starvið við viðkomandi avritum skulu sendast til liljanw@torshavn.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. februar 2023, og starvið verður sett skjótast til ber.

Allar umsóknir verða sjálvandi viðgjørdar í trúnaði.

Tú kanst frætta nærri við at venda tær til Liljuna Weihe, stjóra, á 288482 ella á
liljanw@torshavn.fo. Tú kanst eisini seta teg í samband við Annleyg Lamhauge, sum verður tín nærmasti starvsfelagi á Visit Faroe Islands á 556136 ella annleyg@visitfaroeislands.com.

Visit Tórshavn
Niels Finsens gøta 17
P.O. Box 379
FO-110 Tórshavn
www.visittorshavn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið