KJ Hydraulik P/f
Útgivið
15. september 2021
Útgongur
1. oktober 2021
Staður
Fagragil 1 530 Kamsdalur, Faroe Islands

Lýsing

Vit søkja eftir einum dugnaligum verkætlanarsamskipara, sum klárar at hava allar endarnar um hendi – eisini tá nógvar verkætlanir eru í gongd samstundis.

‍‍Arbeiðsuppgávur
Sum verkætlanarsamskipari ert tú við til at leiða verkætlanir í tættum samstarvi við arbeiðstøkuleiðaran. Í løtuni arbeiða vit serliga við smoltstøðini á Norðtoftum.

Í starvinum fert tú m.a.

  • at tryggja støðuga framgongd í okkara verkætlanum
  • at dagføra tíðarætlan og tryggja, at hon verður hildin
  • at góðskutryggja egin arbeiði
  • at framleiða tilfar til formenn
  • at samskifta við undirveitarar
  • at samskifta við ráðgevar
  • at hava eftirlit við verkætlanum
  • at tryggja, at formenn er kunnaðir um góðskukrøv v.m.

Førleikar og væntanir
Sum persónur ert tú røsk/raskur, álítandi og fleksibul. Tú tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í tættum samstarvi við hini í toyminum.

Vit vænta,

  • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú hevur royndir og gott handalag
  • at tú hevur góð samstarvsevnir

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur tekniska útbúgving sum t.d. verkfrøðingur, framleiðslutøkningur, byggifrøðingur, ella hevur hollar royndir í verkætlanarstýring.

Vit bjóða
Tú fært eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum arbeiðsplássi í støðugari menning. Gerandisdagurin er spennandi við nógvum ymiskum uppgávum. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn og setan
Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, starvsroyndum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 1. oktober 2021.
Send til starv@kj.fo.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Trúgva Kristiansen á tlf. 588837 ella teldupost trugvi@kj.fo.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið