Lýsing
Ein pólsk fyritøka, sum framleiðir og veitir sergjørdar ídnaðarligar installatiónir, søkir eftir 2 persónum til sáttmálasett og tíðaravmarkað starv frá juli 2025 til desember 2025. Starvið umfatar samskipan og leiðslu av monteringsverkætlanum við tøkni¬línum, ið fyritøkan veitir. Arbeiðsstaðurin er Fuglafjørður.
Arbeiðsuppgávur:
- Eftirlit við arbeiðsframgongd
- At loysa trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp í sambandi við arbeiði
- Dagligt samskifti við arbeiðsbólkin og kundan
- At tryggja góðsku og tryggleika á arbeiðsstaðnum
Førleikakrøv:
- 7 ára royndir við verkætlanarleiðslu og arbeiðsbólkastýring innan ídnað
- Útbúgving sum teknikari ella verkfrøðingur (mekanikari ella elektrikari) er ein fyrimunur
- Kunnleiki til installatiónir av vætum (prosessu-, damp- og pneumatiskum)
- Dugnasemi til at nýta verkætlanarforrit til 2D og 3D (t.d. AutoCAD)
- At kunna samskifta á enskum (sum minsta krav: arbeiðssamskifti)
Løn og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv (40 tímar um vikuna). Løn og setanartreytir eru sambært avtalu/sáttmála.
Fleiri upplýsingar:
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á biuro@mangraece.pl
Umsókn:
Send tíni umsókn og CV til biuro@mangraece.pl . Umsóknarfreistin er 30. apríl 2024.