Kvinnuhúsið
Útgivið
10. juli 2024
Útgongur
30. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Farið verður nú undir nýtt starvsøki innan harðskapsfakið í Føroyum. Talan er um at byggja upp nýggjan vitanardepil fyri harðskapsøkið, knýttur at virkseminum í Kvinnuhúsinum. Til hetta tørvar okkum eldhugað starvsfólk við innliti og/ella royndum frá at arbeiða við harðskapsraktum og við viðkomandi hægri útbúgving.

Endamálið við vitanardeplinum er, í tøttum samstarvi við leiðaran, at styrkja fakligheitina og virksemið fyri harðskapsøkið, at framleiða tilfar til skeið og undirvísing til fakbólkar og markamót til harðskapsøkið. Fyrimyndin er sami leistur, ið verður brúktur í grannalondunum, har virksemið innan harðskapsfakligheitina er skipað við vitanardeplum sum partur av einum bygnaði við bæði kreppumiðstøð, ambulantari ráðgeving og hotline.

Uppgávan hjá vitanardeplinum verður m.a. at innsavna og skipa hagtøl og fakligt tilfar, og at menna og føroyska tilfar at lýsa harðskapsøkið. Hetta fyri at skapa viðurkenda vitan um, hvussu vit kunnu síggja, skilja og handfara harðskap. Somuleiðis er uppgávan at vera við til at skapa eitt felags mál fyri harðskapsøkið, so bæði leik og lærd kunnu fáa somu fatan av fakhugtøkum fyri økið. Her verða upplýsing, kunning, undirvísing og samskifti týðandi tilgongdir.

Setanarbrøkur er 0,9 og arbeitt verður á vitanardeplinum burturav. Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum yrkadagar millum kl. 8 – 16.

Starvið verður sett frá 01.09.2024 og er tíðaravmarkað til 31.12.2028.

Arbeiðsuppgávur í samstarvi við leiðaran

  • at ganga á odda fyri og skipa menningina av vitanardeplinum
  • at savna og skipa tilfar, bæði hagtøl og annað vitanartilfar
  • at standa fyri upplýsing, kunning og undirvísing
  • at samskifta við myndugleikar og við aðrar stovnar, eisini um altjóða samstarv
  • at menna innihald til heimasíðuna

Førleikakrøv

  • hægri útbúgving á kandidat støði
  • starvsroyndir innan harðskapsøkið
  • góðan telduførleika
  • góðar málførleikar
  • evnini at miðla vitan skrivliga og munnliga, bæði til einstaklingar og bólkar
  • góðar samstarvs- og samskipanarførleikar
  • at arbeiða sjálvstøðugt
  • at reflektera yvir egið virksemi

Vit bjóða

  • eitt spennandi starvsøki í støðugari menning
  • eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Talan er um tíðaravmarkað starv til 31.12.2028.

Starvsstaður er í tilknýti til Kvinnuhúsið í Tórshavn, við starvsbyrjan 01.09.2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til leiðaran, Eyðvør Tausen Olsen tlf. 224797 ella við at skriva til eydvor@kvinnuhusid.fo

Umsóknarfreistin er 30.07.2024 kl. 23:59. Umsóknir við CV og avritum av prógvum skulu sendast til starvkvinnuhusid@gmail.com

Setanarsamrøður verða í viku 33.

Starvssetan er treytað av góðkendari barnaváttan.

 

Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið hevur fleiri ymisk tilboð til fólk, sum eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum. Talan er um Kreppumiðstøð, har kvinnur við ella uttan børnum kunnu gista í avmarkaða tíð. Ein harðskapsráðgeving, kallað Liv uttan harðskap , er ætlað kvinnum, monnum og avvarðandi, har tað fæst ráðgeving og vegleiðing ambulant frá harðskapsfakligum ráðgevum. Eftir tørvi veita ráðgevar m.a. psykoedukatión, so harðskapsrakt ella avvarðandi kunnu fáa meira vitan um harðskap, læra at seta mørk, fáa vitan um harðskapsdynamikkir og prosessir at koma víðari í lívinum.
Harðskapsrakt, sum hava tørv á sálarfrøðiligum samrøðum, kunnu verða víst til sálarfrøðing, sum er knýttur at Kvinnuhúsinum. Harafturat veitir ráðgevingin samtalubólkar.
Kvinnuhúsið er í støðugari menning, har fleiri nýggj átøk verða sett í verk. Eitt av hesum er nýggi vitanardepilin, sum er eitt av átøkunum í heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambaondum 2023-2028, samskipað av Sig frá /Almannamálaráðnum. Aðalmálið við hesum nýggja átaki er at betra um góðskuna av verandi tilboðum á harðskapsøkinu.

 

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið