Lýsing
Dámar tær jørð- og graviarbeiði?
So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til rakstrarstøðina, so tú kanst blíva partur av kloakkliðnum hjá tórshavnar kommunu.
Toymið hevur til høvuðsuppgávu at bøta gomul yvirflatuvatns- og kloakkrør. Hetta inniber at gomlu rørini verða gravaði upp og útskift, har brot e.a. Er at finna og hareftir reetablera lendið. Umlegging av rørum og útskifting av brunnum er eisini partur av gerandisdegnum. Harumframt skal viðkomandi eisini kunnu veita hjálpandi hond til annað fyrifallandi arbeiði.
Tað er ein treyt at umsøkjarar hava koyrikort B.
Tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur royndir við gravimaskinum
Vit vænta, at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss, við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.
Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.
Setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir verða eftir førleikum sambært sáttmála við havnar arbeiðarafelag.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 7. oktober 2022, klokkan 16.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, leiðara á rakstrarstøðini, á telefon 28 86 58 ella 30 20 10