P/F Dekksentrið
Lýsing
Dekksentrið søkir eftir dugnaligum og ábyrgdarfullum verkførara at leiða okkara mekaniska verkstað. Vit hava nógv at gera, og arbeiðið er í støðugum vøkstri. Tí leita vit eftir einum eldhugaðum einstaklingi, sum dugir væl at skipa arbeiðið og samstarva við starvsfólk og kundar.
Tínar høvuðsuppgávur verða:
- Daglig leiðsla av mekaniska verkstaðnum
- Skipan og raðfesting av arbeiðsuppgávum
- Samskifti við kundar og vegleiðing um bestu loysnirnar
- Tryggja, at arbeiðið verður gjørt skjótt, væl og kostnaðareffektivt
- Fylgja upp á allar fyrispurningar og tryggja góða kundatænastu
Vit vænta, at tú:
- Hevur mekaniska vitan og royndir innan yrkið
- Hevur góð leiðaraevnir og dugir at motivera og samskifta við starvsfólk
- Arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og ábyrgdarfullur
- Dugir væl at samskifta við kundar og veitarar
- Hevur gott yvirlit og megnar at handfara fleiri uppgávur samstundis
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum virknum og mennandi arbeiðsplássi
- Góðar lønar- og arbeiðsumstøður
- Møguleika fyri at seta dám á menningina av verkstaðnum
- Eitt gott arbeiðspláss við dugnaligum og fryntligum starvsfeløgum
Um tú heldur, at tú ert tann rætti til starvið, so send okkum eina umsókn á runi@dekk.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.