PB Consult
Útgivið
17. juni 2021
Útgongur
10. juli 2021
Staður
R. C. Effersøesgøta 24 Postboks 1395 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Verkætlan: Hotel Hilton Garden Inn

Søkt verður hervið eftir verkfrøðingi til prosjekterings- og eftirlitsarbeiðið innan fyri:

  • HVS-skipanir
  • Orkusparandi tiltøk.
  • Inniklima simuleringar
  • Fjarhitaskipanir
  • Vatnveitingar v.m.

Umsøkjara sum hava 3-5 ára starvsroyndir í einum ella fleiri av omanfyri nevndu arbeiðsøkjum hava fyrimun, men sóknast verður eisini eftir ný útbúnum  verkfrøðingi.
Vit vænta at tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur (bygging ella maskin).  Hevur góð samstarvsevnir, er jaligur, er arbeiðssamur og lætt við at læra nýggj ting.

Umsøkjarin skal helst hava førleika í forritum, sum Word, Excel og Autocad/Revit-MEP/MagiCad.
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving, royndum og annars eftir avtalu millum partarnar.

Nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri framman at loysa og tískil er best at tú kanst byrja skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Pætur Húsgarð, tlf +298 23 82 00 ella teldupost ph@pbc.fo

Umsóknarfreistin er 10.07.2021, og skal sendast til ph@pbc.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

SØK STARVIÐ

PB-Consult er ráðgevandi verkfrøðisvirkið. Felagið veitur ráðgeving innan HVS-skipanir,orkusparandi tiltøk, frysti og køliskipanir, vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakkskipanir,fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir,køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu. Felagið hevur luttikið í nógvum spennandi verkætlanum seinastu árini, sum t.d. projektering av uppisjóvarvirkjum, fleiri størri skúlum, bankabygningum, hotellum, skrivstovubygningum, stadion, svimjihallum, ellisheimum, orkuverkum, brennistøð v.m. Felagið arbeiðir eisini nógv við orkusparandi tiltøkum, og við endurnýtslu av orku á virkjum v.m..

Felagið heldur til í egnum hølum á R.C. Effersøesgøtu 24. Hølini eru nýinnrættaði, við øllum hentleikum sum hoyra til eina nýmótans teknistovu. Í løtuni eru 8 fólk í starvi hjá felagnum, og nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman at loysa. Stórur dentur verður lagdur á at starvsfólkini hava eina dagførda vitan, og starvsfólkini javnan eru á skeiði í samband við eftir- útbúgvingar. Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvið, har skipa verður fyri hugna tiltøkum v.m. Felagið er limur í Foreningen af Rådgivende Ingeniører, F.R.I.

Líknandi størv

Verkfrøðingur til Sev   Faroe Islands nýtt
16. april 2024
Landmátari/verkfrøðingur   Faroe Islands nýtt
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið