Landsverk
Útgivið
26. juni 2025
Útgongur
10. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Landsverk arbeiðir miðvíst við at menna fakliga umhvørvið, og at finna loysnir, sum eru tilevnaðar til føroysk viðurskifti. Tú fert tí eisini at taka lut í norðurlendskum samstarvi, har loysnir úr ymsu londunum vera viðgjørdar, sum kunnu stuðla undir menningini av infrakervinum í Føroyum.

Vit skulu altíð finna bestu loysnirnar fyri pengarnar, tí kann tað vera ein fyrimunur, um tú hevur førleikar innan fíggjarstýring. Royndir frá uppgávum innan ferðslu og ferðslutrygd kunnu vera ein fyrimunur, men vit eru eisini opin fyri nýklaktum verkfrøðingum, ið brenna fyri at menna infrakervið í Føroyum. Tá verða uppgávurnar tillagaðar eftir tínum royndum og førleikum, meðan tú eisini fært upplæring frá starvsfeløgunum á deildini.

Vit vænta at tú

  • ert útbúgvin verkfrøðingur ella líknandi
  • arbeiðir skipað, hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa og at raðfesta tíðina
  • megnar at leggja til rættis, stýra og halda eyga við gongdini í verkætlanum og tryggja, at tær vera lidnar til tíðina
  • hevur góðar kt-førleikar
  • ert nýhugsin og dámar at hava ábyrgd
  • hevur kunnleika ella hug at seta teg inn í lógirnar á økinum og standardirnar innanfyri vega- og ferðsluøkið
  • hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendsku málunum
  • hevur koyrikort

Vit bjóða
Tú verður partur av Deildini fyri Infrakervi, har vit hava ábyrgd av at menna og útbyggja infrakervið og planleggja flytføri í samstarvi við m.a. politisku skipanina. Vit planleggja, kravfesta og góðkenna havnir, lendingar og landsvegir og tryggja at hesi spæla væl saman, og hava harumframt myndugleikaviðgerð, uppmátingar, innsavnan av ferðslu- og veðurdátum og uppgávur innan tilbúgvingarøkið.

Vit bjóða eitt starv, har tú hevur ávirkan á títt ábyrgdarøki og kanst menna tínar førleikar. Tú fært stóra ábyrgd, sum verður tillagað til tínar royndir. Vit hava nógvar týðandi uppgávur, sum skulu loysast, og bjóða samstundis smidligar karmar um arbeiðið. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum og íkastinum hjá hvør øðrum. Vit hava eitt óhátíðarligt samstarv, har opin samrøða og álit myndar gerandisdagin.

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tú ynskir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tænastustaðurin er í skrivstovuni í Havn. Tú mást tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast við at trýsta á "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara á Deildini fyri Infrakervi, á tlf. 290 873 ella daho@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið