PB Consult
Útgivið
6. juni 2023
Útgongur
28. juni 2023
Staður
R. C. Effersøesgøta 24 | Postsmoga 1395 | FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
ph@pbc.fo

Lýsing

Vit hava nógv jørn í eldinum og nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri framman at loysa. Tí leita vit eftir bæði royndum og ný útbúnum verkfrøðingum til projekterings- og eftirlitsarbeiði innan fyri:

  • HVS-skipanir
  • Orkusparandi tiltøk
  • Inniklima simuleringar
  • Fjarhitaskipanir
  • Vatnveitingar v.m. 

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur í minsta lagi 3-5 ára starvsroyndir í einum ella fleiri av omanfyri nevndu arbeiðsøkjum. Hinvegin, ert tú nýútbúgvin, og hevur áhugað at arbeiða við tí, sum vit gera, eru vit avgjørt eisini áhugaðir at hoyra frá tær.

Vit vænta at tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur (bygging ella maskin), ella at tú hevur líknandi útbúgving. Tað er týdningarmikið, at tú hevur royndir og førleikar við forritum sum Autocad, Revit og MagiCad.

Passar tað, sum er nevnt omanfyri inn hjá tær, og tú eisini ert positiv/ur og arbeiðssam/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt, og tú hevur lætt við at læra teg nýggj ting, so er stórur tjansur fyri, at tað er tær, vit leita eftir?

Vit kunnu bjóða tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning í einum jaligum, vinarligum og óformligum arbeiðsumhvørvi, við góðum og dugnaligum starvsfeløgum og við eini kappingarførari løn v.m. 

Vit kunnu somuleiðis bjóða tær eitt sjálvstøðugt, fjølbroytt, spennandi og mennandi starv við mongum ymiskum arbeiðsuppgávum og avbjóðingum í eini spennandi fyritøku, sum leggur stóran dent á góðsku. 

Tú kanst síggja nakrar av størru verkætlanunum, sum vit hava verið partur av slóð: https://www.pbc.fo/verkaetlanir

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, har tú fært góðar møguleikar at menna teg og í stóran mun sjálv/ur kanst mynda tín arbeiðsdag.

Av tí at vit hava eina rúgvu av spennandi uppgávum at loysa, so verður starvið sum verkfrøðingur sett skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.

 

Starvið er fulltíðarstarv, og arbeiðsstaðurin er í Havn.
Løn og setanartreytir eru samsvarandi útbúgving, royndir og annars í samráð við leiðsluna.

Hevur tú longu tikið avgerð at senda okkum eina umsókn, skal hon – saman við prógvum, CV og møguligum arbeiðsavrikum - sendast til ph@pbc.fo.
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pætur Húsgarð, stjóra, tel +298 23 82 00 ella teldupost ph@pbc.fo

Umsóknarfreistin er 28.06.2023

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

 

PB-Consult er ráðgevandi verkfrøðisvirkið. Felagið veitur ráðgeving innan HVS-skipanir,orkusparandi tiltøk, frysti og køliskipanir,  vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakkskipanir,fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir,køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu.

Felagið hevur luttikið í nógvum spennandi verkætlanum seinastu árini, sum t.d. projektering av uppisjóvarvirkjum, fleiri størri skúlum, bankabygningum, hotellum, skrivstovubygningum, stadion, svimjihallum, ellisheimum, orkuverkum, brennistøð  v.m.  Felagið arbeiðir eisini  nógv við orkusparandi tiltøkum, og við endurnýtslu av orku á virkjum v.m..

Felagið heldur til  í egnum hølum á R.C. Effersøesgøtu 24. Hølini eru nýinnrættaði, við øllum hentleikum sum hoyra til eina nýmótans teknistovu.  Nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman at loysa.

Stórur dentur verður lagdur á at starvsfólkini hava eina dagførda vitan, og starvsfólkini javnan eru á skeiði í samband við eftir- útbúgvingar. Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvið, har skipað verður fyri hugna tiltøkum v.m.

Felagið er limur í Foreningen af Rådgivende Ingeniører, F.R.I.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið