Lýsing
Tekniska deild leitar eftir einum fjølbroyttum og nærløgdum verkfrøðingi ella líknandi.
Kundi tú hugsað tær at arbeitt við skipan av gøtu- og ferðsluljósum og stýringum av pumpum og líknandi innan kommunala infrakervið í Tórshavnar kommunu, so er starvið leyst at søkja.
Tórshavnar kommuna sóknast á einum framsóknum starvsfólki at vera við til at taka sær av strategiskari planlegging, málsviðgerð innan gøtu- og fersluljós og stýringum av pumpum og líknandi innan kommunala infrakervið.
Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi fast starv á Teknisku deild, har tú umframt at taka tær av strategisku planleggingini og málsviðgerð innan gøtuljós, ferðsluljós og aðrar elektriskar installatiónir innan infrakervið, eisini fer at taka tær av at orða og dagføra teir standardir, sum málsviðgerðin skal fremjast eftir. Eisini skalt tú vænta at røkja uppgávur innan onnur øki í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar á deildini og øðrum deildum.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144602