Articon
Útgivið
21. februar 2023
Útgongur
1. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Er tú nýútbúgvin verkfrøðingur? So hava vit spennandi og mennandi uppgávur til tín. Tú kemur at arbeiða í tunnilsarbeiðinum Norður um Fjall.

Arbeiðsøki

Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um byggileiðslu herundir:

  • Góðskutrygging av arbeiðum.
  • HTU uppgávur
  • Nøgdar útrokningar
  • Aðrar viðkomandi uppgávur

Tín vangamynd

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst
  • Arbeiðssom/-samur
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Fakligir førleikar

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði.
  • Góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er ein fyrimunur men ikki eitt krav.
  • Vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.

Vit bjóða

  • Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Tú kemur at arbeiða í einum toymi av verkætlanarleiðarum, teknikarum og arbeiðsleiðarum.
  • Tú kann vænta at uppliva eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjøllbroytni bæði í aldri, kyni og mentan.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú tosa við Torleif Waagstein, framleiðsluleiðara innan verklag, á tlf. nr. 216122 ella Rasmus Eysturoy, verkætlanarleiðara, á tlf.nr. 226187.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mars 2023. Vit taka umsøkjarar inn til samrøðu leypandi. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið