Útgivið
26. januar 2022
Útgongur
9. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Verkætlanarleiðari til Havsbrún

Hevur tú royndir við at leiða tekniskar verkætlanir? Hevur tú persónligar eginleikar, sum gera teg væl egnaða/n at leiða samansettar verkætlanir á mál? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Starvið
Á Havsbrún hava vit fleiri stórar og spennandi verkætlanir fyri framman. Tí søkja vit eftir rætta persóninum, sum í samráð við stjóran á Havsbrún skal leiða hesar verkætlanir á mál. Hetta inniber at hava yvirskipaða ábyrgd av, at verkætlanir verða gjøgnumførdar til tíðina, við neyðugari góðsku og innanfyri løgdu fíggjarætlan.

Uppgávurnar verða m.a.:

  • Gera verkætlanarlýsing
  • Yvirskipað planlegging av verkætlan
  • Leggja verkætlanargongd til rættis
  • Váðameting av verkætlan
  • Uppfylging innanhýsis og uttanhýsis
  • Regluligir støðufundir við veitarar og innanhýsis áhugapartar
  • Tryggja leypandi skjalfesting av verkætlanargongd
  • Teknisk góðskutrygging
  • Samskipan av teimum ymsu aktørunum í verkætlanararbeiðinum
  • Leypandi rapportering til leiðslu um verkætlanargongd

Fremsta framgongdareyðkenni við hesum starvinum er at skipa innanhýsis og uttanhýsis arbeiðsorku og tilfeingi til eina optimala útinnan av verkætlanum.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú ert ein fakliga sterkur profilur við hollum førleikum innan verkætlanarleiðslu, og tú hevur skjalfestar royndir við væl eydnaðum verkætlanum. Tú hevur viðkomandi útbúgving, og tað er ein fyrimunur, um talan er um eina tekniska útbúgving. Somuleiðis er tað stórur fyrimunur, um tú dugir at nýta tekniforrit.

Tínir persónligu eginleikar og natúrligi myndugleiki gera teg væl egnaða/n til at leiða og samskifta við nógvar ymsar áhugapartar. Tú ert von/vanur við og sært týdningin av at skjalfesta verkætlanargongd og rapportera til leiðslu. Tú ert sera væl skipað/ur og gongur høgt uppí at halda tíðar- og fíggjarætlan.

Vit bjóða
Sum starvsfólk hjá Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og fakliga avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu m.a. bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Lønin verður ásett eftir avtalu samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún, á tlf. 21 51 60 ella við t-brævi til ode@havsbrun.fo.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreistin er 9. februar 2022.

Um Havsbrún og Bakkafrost

Havsbrún er altjóða viðurkent virki við trimum framleiðsludeildum:

- Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi

- Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks

- Laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli

Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost stórt virksemi í Skotlandi og USA.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið