Hotel Vágar
Útgivið
16. juli 2025
Útgongur
3. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hotel Vágar leitar eftir ágrýtnum, sjálvstøðugum og smílandi starvsfólkum til tænastudeildina á hotellinum. Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara. Ert tú ment/ur og spent/ur at veita tænastu í serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær. Royndir úr hotelvinnuni er ein fyrimunur.

Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg.

Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki, bæði í matstovuni og í móttøkuni. Snøgt sagt, at verða vertur!

Vit vænta at tú

  • Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
  • Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
  • Dámar væl at arbeiða í skiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi

Setan
Størvini eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum.

Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 3. august 2025. Samrøður verða stutt eftir freist. Byrjanardagur er 18. august ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo / tel. 289834, ella Jógvan Jón Henriksen, matstovuleiðara á jogvanjon@hotelvagar.fo / tel. 294011, fyri meira kunning um starvið.

Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.

Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið