Útgivið
10. maj 2022
Útgongur
30. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Veðurstova Føroya søkir eftir royndum veðurfrøðingi

Søkt verður eftir dugnaligum og royndum veðurfrøðingi at taka lut í menningini av Veðurstovu Føroya.

Ábyrgd og uppgávur
Rætta fólkið skal frá byrjan verða ført fyri upplæring av fólkum til veðurvaktina (prokura), umframt at standa fyri menning, góðskutryggjan og taka lut í dagliga arbeiðinum.

Høvuðsuppgávur:

  • Standa fyri prokura frálærugongdum av veðurvaktarfólkum
  • Menna og skjalfesta føroyskar veðurfrøðiligar mannagongdir
  • Góðskutryggjan av veitingum hjá Veðurstovuni
  • Taka lut í dagligu vaktunum og arbeiðinum annars á Veðurstovuni

Førleikar
Umsøkjarin skal verða universitetsútbúgvin veðurfrøðingur, við nógvum royndum innan verkliga veðurfrøði og í upplæring av øðrum veðurfrøðingum.

 Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • gott netverk innan veðurfrøði
  • góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er parttíðarstarv við starvsbrøki á 50%.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er á Veðurstøðini við Hoyvíksvegin.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo 

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

  • Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
  • ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo
  • (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 30. mai 2022 kl 12:00.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið