Lýsing
Skriva út
Veðurstova Føroya søkir fólk til veðurvakt og menning
Søkt verður eftir dugnaligum og helst eisini royndum fólki at taka lut í veðurvaktargongd og menningini av Veðurstovu Føroya.
Ábyrgd og uppgávur
Rætta fólkið skal frá byrjan verða ført fyri at taka lut í gerð av veðurvánum, menna veðurmiðling og veðurkunning til føroyingar, savna inn vitan um lokalt veður kring landið og annars luttaka í dagligu uppgávunum á Veðurstovuni.
Høvuðsuppgávur:
- Gerð av veðurvánum og taka lut í veðurvaktini
- Menna samstarvið við Kringvarp Føroya og aðrar miðlar
- Savna inn og skjalfesta vitan um lokalveður kring landið
- Taka lut í veðurfrálæru av vaktarfólkum og almennari veðurkunning
Førleikar
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving, ið gevur góðar verkligar førleikar innan veðurfrøði á landi og sjógvi t.d. veðurfrøðingur, veðurobservatørur, lærari í veðurfrøði, navigatørur v.m. Eisini skal umsøkjarin helst hava hollar royndir innan veðurmiðling í orði og á skrift.
Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:
- góðan kunnleika til lokal veðurfyribrygdi
- áræði og førleikar at miðla
- góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
- kunna stuðla undir góðan málburð og orðafeingi innan føroyska veðurfrøði
Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er fulltíðarstarv.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er á veðurstøðini við Hoyvíksvegin.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo
Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
- Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
- ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)
Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 30. mai 2022 kl 12:00.
Starvið verður sett skjótast til ber.