Lýsing
Sum avloysari kemur tú at:
- Vera partur av viðgerðini av fólki, sum eru í rúsevnisviðgerð
- Arbeiða í einum sterkum fakligum toymi
- At menna og eftirmeta viðgerðarætlanina saman við kontaktpersóni og samstarvi við viðgerum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi og sálarfrøðingi
- Skapa tryggar karmar í gerandisdegnum fyri tey, sum er í rúsevnisviðgerð og taka lut í fjølbroyttum aktivitetum saman við teimum
- Skjalføra viðgerðartiltøk, sum eru í rúsevnisviðgerðini og samskiftið við avvarðandi myndugleikar
Um starvið:
Tú kemur at arbeiða í vaktum, sum eru frá klokkan 08.00 til 20.00. Somueiðis kemur tú at arbeiða onkur vikuskifti frá klokkan 08.00 til 20.00. Allar vaktir eru 12 tímar.
Førleikar:
Øll við áhuga og førleikum fyri rúsevnisviðgerð eru vælkomin at søkja. Tað er fyrimunir at hava eina fakliga útbúgving ella vera lesandi innan eitt viðkomandi fakøki.
Eisini verður væntað, at tú hevur:
- Koyrikort
- Hevur gott yvirlit
- Ert ábyrgdarfull/ur
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
- Dugur væl at samskifta
Løn:
Løn sambært avvarðandi sáttmála.
Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er á middegi tann 14.10.2024.
Fleiri upplýsingar:
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Joan K. Johansen, dagligan leiðara, á tlf. 723569.
Søkja starvið?
Send umsókn til teldupostadressu joan@frh.fo.
Viðgerðarstovnurin Frælsi er stovnur á Eiði fyri ungar rúsevnismisnýtarar. Vit hjálpa fólki at koma úr teirra rúsevnatrupulleikum. Frælsi hevur opið allar dagar í árinum og alt samdøgrið. Á stovninum arbeiða námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingur, hjálparfólk og rúsevnisviðgerar og løggildur sálarfrøðingur. Serlækni er eisini tilknýttur.