Lýsing
Ítróttarhøllin í Vestmanna er miðdepilin fyri nógvum felagslívi í bygdini. Bæði børn og vaksin nýta høllina so at siga hvønn dag í vikuni, og tí hevur tað stóran týdning, at hon er væl hildin. Ein týdningarmikil partur er reingerðin, og Vestmanna kommuna leitar eftir einum, sum vil halda høllina reina.
Starvið snýr seg um reingerð av áskoðarabeinkjum og av forhøll. Talan er um 10 tímar um vikuna fyri ein ella fimm tímar um vikuna í part hjá tveimum. Høllin í Vestmanna verður nógv brúkt, so arbeiðstíðirnar kunnu skifta eitt sindur.
Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Juleif Durhuus, leiðandi húsavørð, á juleif@vestmanna.fo ella við at ringja 770197.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. desember og skulu sendast Vestmanna kommunu á starv@vestmanna.fo.