Lýsing
Vilt tú arbeiða í matstovuni í Hoyvík?
Vit leita eftir einum starvsfólki til matstovuna.
Arbeiðið fevnir um alt vanligt køksarbeiði og avgreiðslu av kundum. Tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt ella danskt.
Arbeiðstíðin er skiftandi í tíðarbilinum kl. 8-15.30 gerandisdagar og annanhvønn leygardag.
Starvið er fulltíðarstarv og lønin sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Starvið verður sett sum skjótast ella eftir avtalu.
Tú fært meira at vita um starvið frá leiðaranum, Maud Matras, á tlf. 22 83 55 ella tlf. 66 00 58.
Umsókn skal sendast til: skrivstovan@fk.fo
ella
FK Hoyvík
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Att.: Maud Matras
skjótast gjørligt, men í seinasta lagi fríggjadagin 22. oktober 2021.