Útgivið
3. maj 2022
Útgongur
20. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir heilsufrøðingar

Størvini eru:
36 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.  
20 tímar fast starv í Hoyvíkar skúla.
30 tímar tíðaravmarkað starv í skúlanum á Fløtum. Starvið endar tann 31. juli 2022.  
40 tímar fast starv á smábarna- og skúlaøkinum á Sandoynni og í Tórshavnar Kommunu.
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 30. juni 2023. 
Lestrarstarv í samband við útbúgving til heilsufrøðing. Sí meira um hetta niðanfyri.

Størvini verða sett frá 1. august 2022, ella eftir nærri avtalu.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv verður søkt. Møguleiki er fyri at søkja fleiri størv og møguleiki er eisini at gera smærri tillagingar í brøkinum eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:

  • útbúgving sum heilsufrøðingur
  • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
  • áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagið 32 tímar arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagið 6 mánaðir.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við
menningartilgongd.

Viðvíkjandi lestrarstarvi:
Ynskir tú at lesa til heilsufrøðing, so er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Vit miðja ímóti, at tveir sjúkrarøktarfrøðingar um árið fáa praktikkavtalu við Gigni.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. mai 2022, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo, tlf. 562394.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið