Útgivið
2. juli 2021
Útgongur
16. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til trý føst størv og trý tíðaravmarkaði størv.

Størvini eru:
40 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.
36 tímar fast starv á smábarna- og skúlaøkinum í Runavíkar kommunu og Sjóvar kommunu. 
30 tímar fast starv í skúlanum á Fløtum.
24 tímar tíðaravmarkað starv á smábarna- og skúlaøkinum í Norðoyggjum. Starvið endar tann 31. juli 2022. 
20 tímar tíðaravmarkað starv í Hoyvíkar skúla. Starvið endar tann 31. juli 2022.
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 31. juli 2022. 

Størvini verða sett frá 1. august 2021, ella eftir nærri avtalu.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv verður søkt.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:

  • útbúgving sum heilsufrøðingur
  • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
  • áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. juli 2021, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo, tlf. 562394.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið