Lýsing
Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?
Gigni søkir heilsufrøðingar
Størvini eru:
24 tímar tíðaravmarkað starv á smábarna- og skúlaøkinum í Norðoyggjum. Starvið endar tann 31. desember 2022.
40 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.
37,5 tímar fast starv á smábarna- og skúlaøkinum í Vestmanna- Kvívíkar- og Tórshavnar kommunu.
20 tímar fast starv á smábarna- og skúlaøkinum í Sandoynni.
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 31. juli 2022.
Størvini verða sett frá 1. januar 2022, ella eftir nærri avtalu.
Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv verður søkt.
Vit kunnu bjóða:
- sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
- fakligt mennandi umhvørvi
- at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
Førleikakrøv:
- útbúgving sum heilsufrøðingur
- løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
- góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
- ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
- áhugaður fyri fakligari menning
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
- útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
- royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við
menningartilgongd.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. november 2021, kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo, tlf. 562394.