Krosstein
Útgivið
12. juli 2022
Útgongur
11. august 2022
Staður
6 Falkavegur, Tórshavn 100, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna økt virksemi innan okkara orkuloysnir, leita vit eftir einum dugnaligum persóni,
sum brennir fyri at hava ábyrgdina av service og viðlíkahaldi av okkara orkuloysnum.
Trívist tú við ábyrgd og ert áhugaður í menningini innan orkuøki, so ert tú vælkomin at
søkja starvið.

Arbeiðsøki
At hava ábyrgd av service og viðlíkahaldi av hitaskipanum innan reina orku og
hitapumpum.

Planleggja og samskipa samstarv við okkara samstarvsfelagar innan hitaskipanir.
Verða við til at samskipa uppseting av hitaloysnum fyri samstarvsfelagar og kundar.
Verða partur at støðugu menningini innan orkuøki hjá KROSSTEIN.

Vit vænta
At tú ert fyrikomandi, tænastusinnaður, sjálvstøðugur og førur fyri at røkka ásettum
málum. Fyrimunur er, um tú hevur maskinmeistaraútbúgving- og/ella royndir innan el,
køling og hitapumpur.

Vit bjóða tær
Eitt spennandi arbeiði í støðugari menning
Dugnaligar starvsfelagar og gott starvsfólkaumhvørvi
Løn eftir avtalu

Umsókn og freist
Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at ringja til Morten Bang,
Søluleiðara á tlf. 344607

Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. august 2022 á teldupost

SEND UMSÓKN

 

 

KROSSTEIN er størsti HVS útbjóðari íFøroyum, viðeinum dugnaligum ogtænastusinnaðum starvsfólkahópi, sum telur 30 starvsfólk.Vit veitatilfar, tænasturográðgevinginnanreinaorku, vatn,hita, frískaluft,baðirúm ogfrítíð.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið