SP/F Sport 24 Føroyar
Útgivið
12. februar 2024
Útgongur
23. februar 2024
Staður
Klaksvíksvegur 10, 700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
hp@sport24.fo

Lýsing

Ynskir tú, at læra meira um klæðir, ítróttaútgerð og um kundatænastu? At mennast, har ið skúli og arbeiðslív ganga hond í hond? So er at senda eina umsókn til okkum.

Starvsbyrjan og lærutíð
SPORT 24 í Klaksvík ynskir ein handilslærling á toymið. Starvsbyrjan er um 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu. Tú verður útlærd/ur innan handil við sergrein. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har lærutíðin veldst um hvørja miðnámsútbúgvin tú hevur.
Við einum FHS-prógvi er lærutíðin 3 ár, við HH-prógvi er lærutíðin 2 ár og um tú hevur HF- ella studentsprógv er lærutíðin 2,5 ár.
Verður tú væntandi liðug/ur við miðnám í summar, so ert tú hjartaliga vælkomin at søkja. Týdningarmikið er tó, at hetta kemur greitt fram í umsóknini.

Fyri okkum er týdningarmikið, at tú:

  • Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
  • Ert áhugað/ur í at selja og geva kundanum eina góða uppliving
  • Ert fleksibul í samband við arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir (viðvíkjandi arbeiðstíðum verður dentur lagdur á, at arbeiði eisini fevnir um leygardagar, aðrir serligar dagar t.d. Tunnilsdagar – og at desember mánaði fyllir nógv)
  • Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi
  • Hevur møguleikan at fara til Danmarkar á skúla fýra ferðir, tvær vikur í senn, í lærutíðini
  • Hevur eina miðnámsútbúgving

Fyrimunur er, um tú hevur FHS ella HH. Um tú hevur aðra miðnámsútbúgving ert tú vælkomin at søkja, men tá krevst at tú tekur einkult fak á Handilsskúlanum.

Umsókn
Umsókn, miðnámsprógv og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til hp@sport24.fo - Umsóknarfreistin er 23. juni 2024 á midnátt.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara, á tlf. 257786 (gerandisdagar millum kl. 10 – 15)

Líknandi størv

25. juli 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið