Klima
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
14. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum hugagóðum lærlingi at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða tær lærupláss í eini spennandi fyritøku, sum er mynda av dugnaligum starvsfólki og góðum samanhaldi. Tú fert at fáa fjølbroyttar uppgávur og at hava ein týðandi leiklut í fyritøkuni.

Um lærutíðina
Sum elektrikara lærlingur hjá Klima kemur tú út til kundar kring landið at loysa ymiskar uppgávur. Uppgávurnar eru m.a. at veita el-arbeiði og loysnir til vinnuna og at seta upp CTS skipanir. Lærutíðin er 4 ár og tilsamans 55 vikur eru skúlagongd á Glasi. Tá lærutíðin er liðug kanst tú kalla teg elektrikara og yrkislærdan.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri el-fakinum og ert hugagóð/ur. Tú ert fyrikomandi og nærløgd/nærlagdur og ert ikki bangin fyri at taka eina hond í og at taka ábyrgd.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til persónbil, men ikki ein treyt.

Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært sáttmála hjá Handverkarafelagnum.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Kristian Haraldsen á tlf 233 555.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2024.

Umsókn við lívsrensli, prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til jkh@klima.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Klima er fyritøka í støðugari menning. Vit veita ymiskar tekniskar loysnir, m.a. orku-, hita-, ventilatións- og hitapumpuskipanir, eins og vit veita viðlíkahaldstænastur til kundar okkara. Vit kunnu bjóða tær eitt mennandi og fjølbroytt starv í einum toymi við góðum samanhaldi og góðari leiðslu.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið