Lýsing
Vilt tú tryggja borgarunum í Føroyum ta bestu talgildu heilsuskipanina? So er hetta starvið júst nakað fyri teg.
Landssjúkrahúsið bjóðar eitt spennadi og fakliga avbjóðandi starv, har tú tryggjar at nýggja talgilda heilsuskipanin verður sett í verk á besta hátt. Her kemur tú m.a. at leiða, ráðleggja, raðfesta og samskipa uppgávurnar. Eisini kemur tú sjálv/ur at vera við til at samanseta tað nýggja toymi, sum skal fylgja tær ígjøgnum hesa verkætlan.
Vit leita eftir einum eldhugaðum og dugnaligum programmleiðara til at leiða bæði verkætlanina og toymið, sum skal tryggja eitt samantvinna talgilt- og dygdargott heilsuverk. Hetta skal gerast til frama fyri samahangandi sjúklingagongdir til okkara borgarar, klinikarar, leiðslu, gransking og ta politisku skipanina.
Verkætlanin fevnir m.a. um:
- At gera eina tørvsgreinging og samskipa útboðstilgongdina av verkætlanini
- Tryggja eina sterka kliniska luttøku
- Samskifta við veitarar og allar viðkomandi aktørar
- Leiða tilgongdina til at fáa nýggju talgildu heilsuskipanina til vega
- Leiða útbreiðsluna av skipanini í heilsuverkinum
Ein nýggj talgild heilsuskipan kann yvirskipað lýsast sum ein samanhangandi talgild loysn til at stuðla undir skjalfesting av teimum klinisku, røktarfakligu og umsitingarligu mannagongdunum í Føroyska heilsuverkinum.
Fyri okkum er tað umráðandi, at tú ert virkisfúsur, tú hevur ein góðan dialog við allar partar, tú byggir upp relatiónir við tey tú leiðir og samstarvspartarnar, tú hevur eitt kveikjandi lyndi, ert nærverandi, málrættaður og setir altíð dygdina í hásæti.
Vit ynskja eisini at tú:
- Hevur drúgvar royndir við verkætlanarleiðslu og størri KT verkætlanum
- Hevur viðkomandi kandidat útbúgving innan KT ella útbúgving, sum kann síðustillast
- Ert fakliga sterk/ur innan KT økið
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og á ein struktureraðan hátt
- Møguliga hevur royndir við talgilding innan heilsuverkið
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
Vit bjóða:
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eitt áhugavert arbeiðsøki
- Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í 5 ár við starvsbyrjan 01.09.2024 ella eftir avtalu.
Starvsstaðurin er á Landssjúkrahúsinum við tilvísing til forstjóran.
Verkætlanarleiðarin verður løntur sambært lønarflokki 37.1 hjá Tænastumonnum Landsins uttan at vera tænastumannastarv.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Steinar Eirikstoft, forstjóra, á tlf. nr. 234545 ella á teldupost steinar@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 01.07.2024.
Vinaliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.