Landsverk
Útgivið
13. marts 2023
Útgongur
28. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir eftir leiðara til deildina fyri Infrakervi, sum hevur til uppgávu at varðveita landsins infrakervi og tryggja ferðsluna á tí - nú og í framtíðini.

Visiónin fyri samferðslukervi okkara er “Føroyar – ein býur”. Landið skal vera knýtt saman á ein hátt, sum ger, at ferðatíðirnar í Føroyum kunnu samanberast við ein stórbý uttanlands. Visiónin lýsir avbjóðingina og uppgávuna hjá deildarleiðaranum á Infrakervi í stuttum.

Samferðslukervið er óloysiliga tengt at menningini í samfelagnum. Við útbyggingini av samferðsluni koma stór lop frameftir, og sæð í tí ljósinum sæst týdningurin á landsvegum, brúm, havnum, tyrlupallum og ikki minst upplýsingar um veður og vind, alduhædd og tilbúgving landsins.

Deildarleiðarin á Infrakervi skal síggja ta stóru myndina, samstundis sum syrgt verður fyri, at teir avgerandi smálutirnir fáa tað uppmerksemi, teir krevja. Tað snýr seg um gerandistrygd, so sum holini í vegnum ella gapini í autoverjuni, samstundis sum stórir tankar um flutningstrygd, smidleika og samfelagsgagn skulu hugsast.

Leiðarin á deildini fyri Infrakervi hevur til uppgávu at leiða deildina, raðfesta uppgávurnar og tryggja, at tilfeingið hjá Landsverki verður brúkt so skynsamt, sum gjørligt, til gagns fyri borgararnar í Føroyum. Leiðarin er somuleiðis partur av leiðsluni á Landsverki og umsitur játtanina til infrakervið.

Krøv og væntanir
Hóskandi hægri útbúgving, so sum verkfrøði ella onnur samsvarandi útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðsluførleikar og leiðsluroyndir. Samskiftishegni, bæði undir tveimum eygum og í størri samanhangum, eru týðandi eginleikar, á sama hátt sum eginleikin at skapa fylgiskap vigar tungt.

Bóltarnir eru nógvir í luftini í senn, og allir skulu lenda á rætta fíggjarliga stað, so vit leggja dent á førleikar og royndir at skipa arbeiðið og at halda settar fíggjarætlanir.

Áhugi og vitan um føroyska samfelagið hava týdning, tí neyðugt er at hava fingurin á samfelagspulsinum.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast okkum við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mars 2023.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd L. Lamhauge, stjóra, á tlf. 290 801 ella sila@lv.fo

Líknandi størv

4. juli 2025
4. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið