STÍF
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
13. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

StÍF leitar eftir einum ágrýtnum høvuðsvenjara til besta kvinnuliðið og liðini á gentusíðuni komandi kappingarár (2023/24). Sum høvuðsvenjari verður tú við til at menna leikarar í einum felagi í vøkstri og við stoltum hondbóltsarvi.

Venjarastarvið fevnir um:

  • At vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum
  • At vera høvuðsvenjari hjá liðunum á gentusíðuni
  • At fyrireika og fremja venjingar (eftir nærri avtalu við leiðsluna)
  • At skipa regluliga fyri fundum og menningarátøkum fyri allar hjálparvenjarar á bæði gentu- og dreingjasíðuni
  • At vera til dystir hjá liðunum (í samráð við hjálparvenjarar)
  • At geva leikarum dystarboð, seta lið v.m.
  • At samskifta við HSF um tey viðurskifti, sum hoyra til venjarastarvið
  • At vera við í arbeiðinum hjá StÍF at geva ráð og íkast til bygging av nýggjari ítróttarhøll á Strondum, sum Sjóvar kommuna stendur fyri

Vit vænta, at tú:

  • Dugir væl at leiða, kveikja og inkludera
  • Hevur viðkomandi royndir sum venjari hjá vaksnum og børnum
  • At tú dugir væl at fyrireika og fremja venjingar, sum hóska til ymisku aldursbólkarnar
  • At tú ert íðin í at skapa trivnað, menning og úrslit
  • Hevur lætt við at samskifta við leikarar, venjarar, foreldur og onnur
  • Dugir væl at samstarva og samskifta
  • Dugir væl at leggja arbeiðið til rættis
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Málið er, at venjarin byrjar í starvinum í seinasta lagi 1. august 2023. Sáttmálin endar 15. mai 2024. Møguleiki er at leingja setanina.

Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu. Tú vísir til formannin í felagnum.

Eru spurningar um starvið, ber til at seta seg í samband við formannin Rúna Rasmussen, runir79@gmail.com ella á tel 224021 ella næstformannin Ega Gothard Danielsen, egidanielsen@gmail.com, tel 222392.

Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til stif@stif.fo.

Umsóknarfreistin er 13. apríl 2023.

Um StÍF:
StÍF varð stovnað í 1942 og hevur ein ríkan hondbóltsarv. Á leið 250 børn, ung og vaksin spæla hondbólt í felagnum. Í løtuni er ein fulltíðarsettur venjari, sum hevur ábyrgd av mansliðnum og dreingjaliðunum. Tilsamans eru á leið 25 hjálparvenjarar. Felagið verður leitt av nevnd, sum telur fimm limir. StÍF er eitt felag í vøkstri og menning. Avgjørt er at byggja eina ítróttarhøll á Strondum, og í hesum arbeiði er StÍF ein virkin viðleikari. Felagið hevur skrivstovu og felagshøli á Strondum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið