Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
14. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú royndir og hegni at leiða og gott tak á sjúkrarøktarfakinum?
So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Um okkum
Seingjardeildin er ein blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum. Á deildini hava vit eisini dagskurð og viðrakning.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava vit visiónir um eitt høgt fakligt støði í røkt og umsorgan til sjúklingarnar og avvarðandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini rehabiliterandi tilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum.

Um starvið
Seingjardeildin søkir eftir einum framfýsnum deildarleiðara, til at stjórna seingjardeildina. Tú kemur at hava ábyrgd av seingjardeildini og teimum uml. 40 engageraðu og dugnaligu starvsfólkunum, sum eru knýtt at seingjardeildini. Tú kemur at mynda leiðslutoymið á seingjardeildini, saman við kirurgiska og medisinska varaleiðaranum. Aftur at tykkum hava tit tríggjar toymisleiðarar, sum varða av hvør sínum toymi.

Tú kemur saman við ovastu leiðslu at mynda leiðslutoymið, saman við hinum deildarleiðarunum í húsinum. Tú kemur at umsita ta fígging, sum verður tillutað deildini, hava ábyrgd av vaktplaninum og einum vælskipaðum dagligdegi, sum til tíðir kann vera sera umbroytiligur.

Tað eru nógv lesandi á seingjardeildini og tí krevst ein neyv planlegging, fyri at øll skulu fáa sum mest burturúr. Tað hevur týdning fyri seingjardeildina, at samskiftið viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum og mannagongdum er gott.

Vit bjóða
Tú kemur at leiða eina deild, samstundis sum tú gerst partur av einum leiðslutoymi við 16 deildarog varaleiðarum.

Sjúkrahúsleiðslan leggur stóran dent á, at leiðandi starvsfólk hava bestu karmar, sum til eina og hvørja tíð stuðlar undir eitt gott og gevandi samstarv millum sjúkrahús, deildir og starvsfólk. Tú kemur at luttaka í leiðsluforum saman við sjúkrahúsleiðsluni og deildarleiðsluni, har arbeitt verður við leiðsluhugtakinum og har dentur verður lagdur á leiðslu, fyriskipan og HR.

Um teg
Tú er sjúkrarøktarfrøðingur við hægri útbúgving, og ein fyrimunur er, um tú hevur royndir við Vaktplan og COSMIC (møguleiki er tó fyri upplæring). Tá tað kemur til leiðslu og fyrisiting, síggja vit fyri okkum, at tú bæði hevur áhuga fyri og royndir innan økið. Somuleiðis at tú dugir at navigera og leggja bæði lang- og stutttíðar mál fyri deildina og hugsar fyribyrgjandi.

Tú virkar fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, bæði kropsliga og sálarliga. Tú ert reflekterandi, hevur góð fatanarevnir og torir at taka avgerðir; hevur persónsevnir, ið kemur deildini til góðar í gerandisdegnum.

Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv uttan vaktir, til setan tann 01.06.23 ella eftir nærri avtalu.

Løn- og setanartreytir sambart sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Umsókn við CV, autorisatión og prógvum verður at senda til:

umsokn@ks.fo í seinasta lagi fríggjadagin 14.04.23, kl. 12:00.

Setanarsamrøður verða uml. eina viku aftaná.

Eru spurningar, eru tú vælkomin at seta teg í samband við Súsonnu Olsen, varastjóra, á telefon 220366 ella teldupost susanna@ks.fo

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum um tú hevur hug at koma á vitjan og fáa eina rundvísing.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið