Tórshavnar kommuna
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
31. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú samskipanarevni og yvirlit? Ert tú nærløgd/lagdur? Ert tú væl skipað/ur? So hava vit eitt týdningarmikið og serligt starv til tín.
Tórshavnar kommuna søkir beint nú eftir leiðara til kirkjugarðarnar í kommununi.

Starvið
Høvuðsuppgávan hjá tær verður at tryggja borgarunum eina vælskipaða og munadygga tænastu í sambandi við jarðarferðir. Tað vil siga at skipa og fyrireika jarðarferðir og samskifta við tey avvarðandi.

Sum leiðari fyri kirkjugarðarnar í Tórshavnar Kommunu hevur tú harumframt ábyrgdina og leiðsluna av øllum arbeiði, sum fer fram í kirkjugørðunum; til dømis alt tað praktiska viðv. eini jarðarferð, viðlíkahaldi, rudding og røkt. Tú hevur eisini ábyrgdina av, at rokningar, tímaseðlar og jarðarferðarbøkur verða avgreidd, og at talgilda gravarskipanin, tk.kort.fo/gravir, verður dagførd.

Aðrar seruppgávur verða álagdar í mun til førleika.

Gravarastarvið er eitt ábyrgdarfult starv við kenslubornum løtum og umstøðum. Umleið 170 fólk látast í kommununi um árið, og tað hevur stóran týdning, at starvsfólkini í kirkjugørðunum møta borgarunum á tignarligan og sømiligan hátt. Hugburður, innliving, nærleiki og atburður hevur nógv at siga.

Um teg
Tú mást fyrst og fremst hava góðan ans fyri tí serliga starvi, talan er um.
Tú ert útlærd/ur skrivstovufólk, handverkari, gartnari ella líknandi. Um tú hevur leiðsluroyndir og innlit í fyrisitingarligt arbeiði er tað ein fyrimunur, umframt handverksligar uppgávur, røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Tú dugir væl at samstarva og samskifta við fólk, ert vælskipað/ur og megnar sjálvstøðugt at samskipa virksemið í kirkjugarðinum.

Teldukunnleiki á brúkarastøði er ein treyt, og tú mást vera væl fyri í føroyskum í bæði talu og skrift.

Setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanligar gerandisdagar, umframt at vaktartelefon er knýtt at starvinum. Tú kanst rokna við nakað av yvirtíðararbeiði. Ynskiligt er, at tú kanst byrja sum skjótast.

Løn sambært sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Umsókn
Send okkum tína umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir til torshavn@torshavn.fo.

Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 31. juli 2024. Merk umsóknina »Gravari«.

Vilt  vita meira um starvið
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til tekniska stjóran á bogij@torshavn.fo ella telefon 50 30 30.

Líknandi størv

Parttíðarstarv í Rumbul í SMS   Faroe Islands nýtt
5. september 2024
Reingerðarfólk á Lambareiði   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið