Gist & Vist
Útgivið
6. marts 2025
Útgongur
6. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Ruts arbeiða vit við lokalt framleiddum og árstíðarbundnum rávørum, og tú fært ein spennandi møguleika at mennast sum kokkur í einum professionellum umhvørvi.

Vilt tú vera okkara nýggji lærlingur? So send eina umsókn áðrenn 1. apríl!

Hvat fært tú sum kokkalærlingur hjá Ruts?
Tú fært møguleikan at arbeiða við frálíkum rávørum og menna tínar førleikar innan matgerð. Tú lærir at hugsa kreativt og arbeiða í einum professionellum køki saman við royndum kokkum. Sum lærlingur verður tú ein partur av einum toymi, har samstarv og góðska eru í hásæti.

  • Tú lærir at brúka lokalar og árstíðarbundnar rávørur.
  • Tú mennir tínar førleikar í at arbeiða undir trýsti og taka ábyrgd.
  • Tú verður ein partur av einum toymi á 6 starvsfólkum, men sum partur av Hotel Føroyum verður tú eisini ein partur av einum toymi á uml. 60 starvsfólkum.
  • Tú upplivir eina sosiala og fjølbroytta arbeiðsmentan, har vit javnan hava felags tiltøk tvørtur um deildirnar.

Ruts er ein matstova á Hotel Føroyum, har vit leggja stóran dent á at nýta lokalar og árstíðarbundnar rávørur. Matstovan hevur besta útsýni yvir Tórshavn og Nólsoynna og vit bjóða eina serliga matuppliving, har gestirnir merkja dýgdina í hvørjum bita.

Vit hava drúgvar royndir við kokkalærlingum, og Heidi, sum verður tín læremeistari, byrjaði sjálv sum lærlingur í 2018. Síðan hon varð liðug í 2021, hevur hon starvast hjá okkum, og hon er nú Souschef.

Sum lærlingur hjá okkum kemur tú at hava tína dagligu gongd saman við Heidi og fleiri av okkara royndu kokkum, sum øll leggja stóran dent á at borðreiða við lekkrum, vælsmakkandi og vøkrum mati.

Vit leita eftir tær, sum hevur áhuga fyri mati, er forvitin og torir at taka ábyrgd. Tú skalt hava áhuga fyri at royna nýggjar tilgongdir og eksperimentera í matgerðini.

Ert tú okkara nýggi kokkalærlingur? So send eina umsókn innan 1. apríl!

Send tína umsókn her: Vilt tú vera kokkalærlingur hjá Ruts? | Career - Strawberry

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið