Skálkur
Útgivið
21. oktober 2024
Útgongur
10. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skálkur.fo sóknast eftir einum sølulærlingi við sergrein innan talgildan handil. Hevur tú
áhugað fyri sølu, nethandli, marknaðarføring, samskipan, fyrisiting og sosialum miðlum, so
er tað tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir nýggjum lærlingi til Skalkur.fo.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, tú fert at leggja vørur út á nethandilin hjá okkum. Framleiða tilfar til bæði nethandilin og sosialu miðlarnar. Arbeiðið umfatar eisini dagligt samskifti við kundar. Tú fert at arbeiða við ymiskum marknaðarføringsátøkum, Facebook analytics, SoMe, Facebook Business Manager, Dynamics 365 Business Central og øðrum.

Arbeiðsuppgávur

  • Upprættan av vøru inni á nethandilinum
  • Pakking av ordrum og kundatænasta
  • Spennandi SoMe uppgávur
  • Planlegging av átøkum
  • Aðrar fyriliggjandi uppgávur

Tað vænta vit av tær

  • At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
  • Dugir at arbeiða sjálvsstøðugt
  • Dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.

Vit bjóða eitt sera spennandi, innihaldsríkt og mennandi lærupláss, har eingin dagur er eins. Vit vænta at tú trívist í einum umhvørvi við skiftandi uppgávum.

Vit ynskja at tú hevur eina miðnámsútbúgving. Skúlaskeiðini eru í Danmark, og tískil skal tað eisini vera møguligt at ferðast í lestrarørindum.

Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Herborg H. Jensen á telefon +298 792299. Umsóknin skal sendast til Starv@skalkur.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Ábyrgdarfólk til Omaná   Faroe Islands nýtt
21. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið