Útgivið
21. juni 2022
Útgongur
1. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
20

Lýsing

Norðurstova í Miðgarði hevur nú fingið viðurkenning at virka sum serstova, sum umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Tí søkja vit eftir trimum námsfrøðingum, ella fólki við viðkomandi útbúgving at starvast 30-40 tímar um vikuna.

Tú verður við til at menna eitt sernámsfrøðiligt tilboð, sum byggir á okkara felags virðisgrundarlag og barnasýn. Tú fært frælsi at koma við tíni vitan og royndum og seta tín dám á virksemið bæði í Norðursestovu og stovninum sum heild.

Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Vit vænta, at tú

  • Hevur áhuga fyri børnum við serligum tørvi
  • Megnar at tillaga námsfrøðina til avbjóðingina hjá einstaka barninum
  • Megnar at samantvinna námsfrøði og sernámsfrøði
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hugsar í loysnum
  • Hevur góð samskiftisevnir
  • Dugir at tillaga teg eftir umstøðunum

Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi eftirútbúgving.

Um starvið
Tú kemur at arbeiða í skipaðum samstarvi við Námsfrøðiliga ráðgevan hjá Vága kommunu og tey starvsfólk, ið arbeiða á stovuni, sum barnið er knýtt at.

Toymisfundir eru hvørja viku og tú hevur sjálv/ur møguleika at skipa tína fyrireiking í mun til tína arbeiðstíð.

Grundarlagið í Serstovuni byggir á at skapa eina góða relatión og út frá henni skapa menning. Serstovan nýtir ymisk sernámsfrøðilig amboð í sínum gerandisliga virksemi, so sum alternativt samskifti og motoriskar venjingar.

Vit kunnu bjóða tær

  • Fakliga menning
  • Fakliga umhugsan
  • Arbeiða sjálvleiðandi
  • Vera við til at skapa nakað nýtt
  • Leiða og skipa arbeiðið í Norðurstovu
  • Góða fyrireikingartíð

Um stovnin
Serstovan eitur Norðurstova og hon er ein av 8 stovum í Miðgarði. Umframt serstovuna eru fýra barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur.

Serstovan skal rúma 5-7 børnum. Normeringin verður føst og er tann sama sum til 20 børn.

Í Miðgarði ganga umleið 100 børn, og her arbeiða 35 nærløgd og dugnalig starvsfólk, harav 16 námsfrøðingar.

Vága kommuna hevur bestu normering í landinum og sera góðar umstøður í Miðgarði. Hølisviðurskiftini gera tað møguligt at skipa virksemið í smáar bólkar ígjøgnum allan dagin.

Norðurstova arbeiðir við øllum teimum námsfrøðiligu hugsjónum og amboðum, sum stovnurin nýtir. Hesi kanst tú lesa meira um á www.midgardur.fo

Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8. Førleikaviðbót verður latin fyri viðkomandi eftirútbúgving.

Spurningar
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara, á tlf.794520.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, lívrensli og møguligum viðmælum skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupostur til vaga@vaga.fo. Viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli kl. 12.00.

Um námsfrøðingar ikki søkja verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Líknandi størv

Gigni søkir 2 heilsufrøðingar   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2022
Kokkur og Tænari til VÍNGARÐIN   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið