Lýsing
Vit sóknast eftir einum framsøknum vinnuráðgeva, ið hevur hug at gerast partur av roynda ráðgevingartoyminum á Vinnudeildini at byrja eftir summarfrítíðina.
Um starvið
Sum vinnuráðgevi fært tú eitt fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum. Tín fremsti leiklutur verður at veita kundunum eina dygdargóða heildarráðgeving, sum altíð tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka kundanum.
Millum okkara kundar eru bæði smærri fyritøkur, ið virka á føroyska marknaðinum, og eisini størri fyritøkur, sum hava allan heimin sum sítt virkisøki. Tú sleppur sostatt at arbeiða við ymiskum fyritøkum og vinnu-greinum, sum ger gerandisdagin bæði spennandi og avbjóðandi.
Um teg
Vit leggja dent á, at tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. bankaútbúgving, HD ella cand.merc. Eisini er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til og áhuga fyri føroyskum vinnulívi, og royndir úr vinnulívinum eru sjálvsagt eisini ein fyrimunur.
Umframt teir fakligu førleikarnar er tað umráðandi, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, og at tær dámar at fáa samband við nýggjar kundar. Harafturat er tað umráðandi, at tú hevur eitt sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag, og at tú dugir væl at samstarva við bæði starvsfelagar og kundar.
Um okkum
Á vinnudeildini starvast 9 fólk, og tú verður partur av einum toymi við drúgvum royndum og gjølligum kunnleika til føroyskt vinnulív.
Tú gerst samstundis eisini partur av einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Vit leggja dent á fakligheit, trivnað og kundaídni, og arbeiðsumhvørvið er sum heild merkt av opinleika og hjálpsemi.
Vit arbeiða miðvíst við at verða eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum og leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum í seinasta lagi 9. juni 2025.
Samband
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Brekku, leiðara á Vinnudeildini, á telefon 230 521 ella á jb@bankin.fo.
Fleiri enn 200 starvsfólk starvast í Føroya Banka-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum og í Grønlandi. Les meira um samtakið her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.