Lýsing
Hevur tú eyga fyri sølu, tøkni og kundatørvi? Trívist tú við at veita loysnir, sum gera mun?
So er tað kanska tær, vit leita eftir. Vit sóknast eftir vinnuráðgeva til norðurøkið, sum brennir fyri at veita dygdargóða ráðgeving og seta vinnukundar í fremstu røð.
Um starvið
Sum vinnuráðgevi fert tú at hava ábyrgd av vinnukundum í Norðoyggjum og arbeiða við at menna og røkja varandi kundasambond. Tú verður partur av Vinnudeildini, sum er eitt sterkt toymi við dugnaligum og royndum ráðgevum og tekniskum starvsfólki at sparra við. Vit arbeiða sum eitt toymi, har vit stuðla hvørjum øðrum og leggja dent á dygd, samstarv og at seta kundan í miðdepilin.
Starvið fevnir um at veita ráðgeving og finna røttu loysnirnar til kundan. Tú fert at arbeiða við sølu og samskipan av tænastum, sum gera gerandisdagin hjá kundanum lættari – alt frá fartelefonum og vekslaraskipanum til snildar IoT-loysnir, sum stuðla undir teirra virksemi. Tað er umráðandi, at tú dugir at lurta eftir kundunum, skilja teirra tørv og umseta hetta til haldgóðar loysnir, sum skapa virði og leggja grundarlag fyri varandi samstarvi.
Arbeiðsstaður er í Klaksvík og partvís í Hoyvík.
Tínar uppgávur verða m.a. at:
- ráðgeva vinnukundum og selja vørur og tænastur
- skilja tørvin hjá kundanum og seta saman røttu loysnina
- byggja og røkja langvarandi kundasambond
- tryggja dygd og álítandi kundatænastu í øllum samskifti
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert nærverandi, forvirkin og hevur lætt við at knýta samband við onnur
- hevur áhuga fyri sølu og tøkni
- ert forvitin, fyrikomandi og ábyrgdarfull/ur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving
Vit bjóða tær
- eitt spennandi starv í einari framkomnari fyritøku
- møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og við beinleiðis kundasambandi
- eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaður, menning og samstarv eru í hásæti
- góða innleiðslu og tætt samstarv við toymi og leiðslu
Arbeiðsstaður og løn
Arbeiðsstaður er í Klaksvík og partvís í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála og royndum.
Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum eitt starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mikudagin 19. november 2025.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Tú søkir starvið her.