Vísindastarv í dagstovnanámsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
18. november 2021
Staður
J.C. Svabos gøta 14, Postsmoga 272, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
36

Lýsing

Eitt adjunktstarv í dagstovnanámsfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. januar 2022, ella skjótast gjørligt.

Starvið kann eisini verða sett sum eitt tíðaravmarkað námslektarastarv, frá 1. januar 2022 til 30. juni 2022.

Um deildina
Deildin hevur sum høvuðssetning at veita læraraútbúgving og útbúgving til námsfrøðingar (til dagstovnaøkið, forskúla og til børn og vaksin við serligum tørvi), og somuleiðis at geva íkast til aðrar liðir í undirvísingarøkinum.

Deildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Starvsøkið
Adjunktstarvið fevnir um at undirvísa og granska í dagstovnanámsfrøði, og verður starvs- og granskingarøki innan alt virksemið á deildini. Granskingarøkið verður innan dagstovnanámsfrøði, umframt luttøka í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya. Um starvið verður sett sum námslektarastarv er talan um undirvísingarstarv við atknýttum uppgávum og samstørvum.

Førleikar
Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya.

Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Námslektarastarv er undirvísingarstarv burturav. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, umframt góðan námsfrøðiligan førleika.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Undirvísingarroyndir á hægri stigi telja til fyrimuns. Somuleiðis hava umsøkjarar, ið hava førleika at undirvísa í atknýttum og/ella líknandi fakøkjum, ein fyrimun. Eisini er ein fyrimunur at kenna til námsfrøðiliga arbeiði innan dagstovnaøkið.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og upp til 5 vísindaavrik kunnu leggjast við umsóknini.

Um søkt verður um adjunktstarv skal umsóknin skrivast á enskum ella norðurlendskum máli.

Um søkt verður um námslektarastarv kann umsóknin skrivast á føroyskum.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo

Løn- og setanartreytir
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Fróðskaparsetur Føroya tilskilar sær rætt til at seta starvið sum tíðaravmarkað námslektarastarv, um hetta verður tilmælið í metingarnevndini.

Freist
Umsóknarfreist er 5. desember 2021

Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo, útbúgvingarleiðara, ella Erlu Olsen, erlao@setur.fo , dekani á Námsvísindadeildini.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.

Á Fróðskaparsetri Føroya menna vit eitt gott, opið og fevnandi arbeiðsumhvørvi, har øll hava somu rættindi og somu virðing, har ymiskleiki verður virdur, og øll hava javnbjóðis møguleikar.

 

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha