Tórshavnar kommuna
Útgivið
7. oktober 2024
Útgongur
18. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsuhúsið søkir eftir einum dugnaligum og engasjeraðum fysio- ella ergoterapeuti til starvið sum visitator á eldraøkinum. Sum visitator fært tú ein spennandi gerandisdag við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og møguleika fyri at menna teg.

Starvið er fulla tíð, brøk 1,0 ella eftir avtalu. Arbeiðsstaður er í Heilsuhúsinum í Hoyvík. Starvið er tøkt til setan 1. desember 2024.

Visitatiónin
Visitatiónin innan eldraøkið arbeiðir við visitatión og játtan av teimum tænastum, sum Tórshavnar Kommuna veitir eldri borgarum, sum búgva heima, t.d. visitatión til røktarheims- og umlættingarpláss, heimarøkt, rehabilitering, venjingartilboð og dagtilhald. Í løtuni eru 3 visitatorar og í trá við demografisku menningina í samfelagnum økist tørvurin á visitatiónum, og tí er avgjørt at seta ein visitator afturat.

Tú kemur at hava eitt tætt samstarv við tínar starvsfelagar í mun til visitatión av teimum tilboðum, kommunan bjóðar til eldru borgararnar. Harafturat verður tætt samstarv við hinar deildirnar í Heilsuhúsinum. Tí er tað umráðandi, at tú trívist við samstarvi bæði við eldru borgararnar og teirra avvarðandi og við tínar tvørfakligu samstarvsfelagar.

Á eldraøkinum arbeiða vit eftir eldrapolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu »Virkin og vakin – alt lívið«. Ein rehabiliterandi hugburður skal stuðla borgaranum í at vera í egnum heimi longst møguligt. Vit arbeiða áhaldandi við at menna okkara arbeiðsgongdir, og tú fært góðan møguleika fyri ávirkan soleiðis, at borgarin fær bestu fyritreytir fyri einari góðari lívsgóðsku og einum góðum gerandisdegi.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144426

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið