Útgivið
24. juni 2022
Útgongur
24. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
12

Lýsing

Søkt verður eftir einum visitatori í tíðaravmarkaðum starvi frá 1. september 2022 til 31. august 2023. Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv á brøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Í visitatiónini starvast í dag tríggir sjúkarøktarfrøðingar, og til hetta tíðaravmarkaða starvið verður søkt eftir einum ergo- ella fysioterapeuti. Viðkomandi sum verður settur í starv kemur at hava sítt dagliga yrki í Visitatiónini, sum er staðsett í Heilsuhúsinum, Brekkutún 1 í Hoyvík.

Í visitatiónini er aðalmálið at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Heilsu- og umsorganartænastuna við áheitan um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Tú kemur í høvuðsheitum at visitera til Rehabiliterandi toymið, sum hevur til endamáls at borgarin klárar seg sjálvur. Toymið er mannað av ergoterapeutum, fysioterapeutum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum.

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/visitator-til-heilsu-og-umsorganartaenastuna/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið