Lýsing
Til handil okkara í Elding við Hoyvíksvegin.
Sum sølufólk í Elding verður tín høvuðsuppgáva at veita kundum okkara
fyrstafloks kundatænastu og vegleiðing. Tú kemur at hava ábyrgd av at viðlíkahalda
handilin, soleiðis at handilin altíð er snøggur og væl skipaður. Tað er eisini týdningarmikið, at tú dugir at veita framúr kundatænastu og ert til reiðar at hjálpa kundum við teirra fyrispurningum og tørvum.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan sølu, tó ikki eitt krav. Vit vænta, at tú hevur góðar samskiftisførleikar, ert ágrýtin og hevur eitt gott yvirlit. Tú skalt eisini duga væl at arbeiða sjálvstøðugt men samstundis eisini í toymi.
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einari fyritøku, sum er í vøkstri innan
handilsvinnuna, har vit eisini veita loysnir til vinnuna og tað almenna. Elding hevur í dag 6 handlar og 2 verkstøð - umleið 90 starvsfólk. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har den tur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til okkara kundar. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Metir tú teg hava røttu førleikarnar, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og prógvum til herman@elding.fo
Starvið verður sett skjótast gjørligt!
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!