Lýsing
Kundi tú hugsa tær at byrja tína yrkisleið við eini skrivstovuútbúgving? Vit bjóða tærein spennandi møguleika at gerast partur av okkara toymi á høvuðsskrivstovuni hjáP/F SMS.
Hvat kanst tú vænta tær? Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í allar tættir avfyrisiting, búskap, tolling og nógv annað. Tú lærur at arbeiða við tekstviðgerð,dátugrunnum, rokniørkum og ymiskum KT-skipanum, alt meðan tú mennir tínarsamskiftisførleikar við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.
Í lærutíðini kemur tú millum annað at fáast við hesar uppgávur:
· Skráseta skjøl, bóka og gjalda fakturar
· Telefonavgreiðsla og samskifti við kundar og starvsfelagar
· Senda fakturar út og skráseta inngjøld
· Gera mánaðaruppgerðir, stemma banka og kreditorar av
Vit vænta av tær, at tú:
· Hevur góðar samskiftisførleikar bæði munnliga og skrivliga
· Arbeiður skipa og ábyrgdarfult
· Hevur áhuga fyri at læra og menna teg
· Hevur góðar telduførleikar
Vit bjóða:
· Skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting
· Eitt mennandi og vælvirkandi arbeiðsumhvørvi
· Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
· Góðar starvsfólkaágóðar
Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevurnakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læruá skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú senda okkum tína umsókn, saman viðavritum av prógvum og møguligum viðmælum, til okkum umvegis leinkjuna í høgrusíðu í seinasta lagi 23. juli 2025 á midnátt.
Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Susanne Nielsen,fíggjarleiðara, á telefon 218861.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær 🙂