Lýsing
Dámar tær at loysa trupulleikar?
Trívist tú í samskifti við fólk?
Og hevur tú hug at arbeiða í einum umhvørvi, har tænastuhugi og faklig dygd ganga hond í hond?
So ert tú kanska okkara nýggi IT-supportari.
Um starvið
Sum partur av okkara Service Desk toymi verður tú ein týdningarmikil liður í at tryggja, at okkara kundar – bæði privatir og vinnuligir – fáa skjóta og professionella hjálp.
Tú fert at arbeiða við:
- 1st og 2nd level support
- viðlíkahaldi og support av skipanum á okkara hýsingarpalli (m.a. Citrix og MS365)
- dagligum samskifti við kundar og borgarar
Service Desk telur í dag 6 starvsfólk, ið arbeiða tætt saman fyri at tryggja, at raksturin koyrir trygt og støðugt.
Starvið er fulla tíð (37 tímar um vikuna).
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur útbúgving innan IT-support ella líknandi
- hevur drúgvar royndir við MS365
- hevur góð samskiftisevnir í skrift og talu
- trívist við at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt
Sum partur av starvinum er møguleiki fyri, at tú kanst útvega tær ymsar sertifiseringar, eitt nú innan MS365 øki.
Rein revsiváttan er krav.
Hví velja Elektron?
Hjá okkum fært tú:
- kappingarføra løn
- eitt framkomið og mennandi arbeiðsumhvørvi
- fakligar avbjóðingar og veruligar menningarmøguleikar
- eitt ágrýtið og fryntligt toymi, har samstarv og trivnaður eru í hásæti
Vit eru ein av landsins størstu KT-veitarum og arbeiða við týðandi loysnum fyri fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnulív. Hjá okkum verður tú partur av einum felagsskapi við uml. 70 starvsfólkum og sterkum fakligum grundarlagi.
Umsóknarfreist: 15. mars 2026
Send umsókn til: HR@elektron.fo
Hevur tú spurningar?
Set teg í samband við:
Janu Jensen, leiðara í Service Desk
Tpost: jana@elektron.fo
Tel: 295125
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.