Lýsing
Hevur tú áhuga fyri kundatænastu og sølu? Dámar tær at arbeiða í einum fjølbroyttum og livandi umhvørvi? So ert tú kanska tann, vit leita eftir!
Optikbúðin søkir nú eftir einum parttíðarstarvsfólki at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er seinnapartar og leygardagar – eitt upplagt starv hjá tær sum ynskir eitt arbeiði við fólki og góðum stemningi. Vit eru eitt samansjóðað toymi við seks starvsfólkum, og vit leggja stóran dent á góða tænastu og trygga kundauppliving.
Vit vænta, at tú:
• ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
• dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
• hevur yvirlit og arbeiðir sjálvstøðugt
• hevur royndir innan sølu ella kundatænastu – hetta er ein fyrimunur, men ikki ein treyt
Tíni høvuðsuppgávur verða m.a.:
• Kundaavgreiðsla og samskifti við kundar
• Bílegging av vørum og tilrættingar
• Vegleiðing til kundar og aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit bjóða:
• Eitt parttíðarstarv seinnapartar og leygardagar
• Góðan felagsskap og eitt sterkt toymi
• Løn sambært sáttmála við S&K
• Møguleika fyri at arbeiða við góðum vørum og tænastum í einum tryggum og mennandi arbeiðsplássi
Umsókn og samband
Send tína umsókn til optik@optik.fo.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin/-in at seta teg í samband við handilsleiðaran Elísabet Leifsdóttir á tel. 260868.
Vit hava samrøður leypandi og seta í starv beinanvegin – men vit bíða fegin eftir rætta persóninum!