Kaj Andreasen & Co.
Lýsing
Kaj Andreasen & Co leitar eftir einum mekanikara, sum kann hjálpa okkum nakrar tímar eftir tørvi og uppgávum.
Talan er um smærri umvælingar, viðlíkahald og eftirlit av útgerð og maskinum.
Hetta er eitt fleksibult arbeiði, sum hóskar væl til tín sum:
- hevur royndir innan mekaniskt arbeiði, og
- hevur hug at arbeiða av og á – antin tú ert virkin í fakinum, útisiglari, sjálvstøðugur ella longu farin frá “dagliga” arbeiðslívinum.
Vit bjóða:
- Góðan arbeiðshugna.
- Fleksibla arbeiðstíð.
- Løn eftir royndum og uppgávum.
Set teg í samband við okkum á tlf. 235600 ella send okkum ein teldupost til: starv@andreasen.fo