Útgivið
14. juli 2022
Útgongur
13. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ognartænastan er ein fyritøka sum umsitur útleiguognir fyri eigarar, og tekur sær av øllum í sambandi við lang- og stutttíðarútleigan.

Fyritøkan veksur alsamt, og tí tørvar okkum tína hjálp.

Sum skrivstovunæmingur hjá okkum fært tú eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har ferðin er høg, og eingin dagur er eins.

Tínar uppgávurnar fevna m.a. um:

  • at samskipa myndatøkur, reingerð, klárgerðan og viðlíkahald av ognum.
  • samskifta við gestir, leigarar og eigarar av ognum.
  • gera lýsingar av ognum og eindum.
  • sølu og innkeyp av ymsum slag, umframt bókhald.

Góðir møguleikar eru fyri føstum starvi og víðari útbúgving eftir lærutíðina.

Krøv til umsøkjara:

  • miðnámsprógv
  • koyrikort til vanligan bil (B)

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So er onki at bíða við.

Send tína umsókn til Rógva Helmsdal, samskipara, á rogvi@ognartanastan.fo.
Tú ert eisini vælkomin at ringja til Rógva á tlf. 205053, um tú hevur spurningar um eitthvørt.
Umsóknarfreistin er 17. juli, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Avrit av lívsrensli og prógvum skulu sendast saman við umsóknini.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið