HON+HANN
Lýsing
Vit eru so heppin at hava nógv at gera – og tí mangla vit fleiri dugnalig starvsfólk!
Vit leita eftir tær, sum hevur hug at arbeiða í handli.
Tað er ikki krav, at tú hevur royndir frammanundan – tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra og at vera partur av einum góðum toymi.
Vit bjóða:
- Arbeiðspláss í einum livandi og fjølbroyttum umhvørvi
- Góðan felagsskap og samstarv við dugnalig starvsfólk
- Møguleika at læra nýggjar førleikar innan handil og kundatænastu
Vit vænta:
- At tú ert álítandi og fyrikomandi
- At tú hevur hug at arbeiða við kundum og kollegum
- At tú ert klár/ur at taka á teg ymiskar uppgávur í dagliga arbeiðinum
Soleiðis søkir tú:
Hevur tú hug at royna teg í hesum starvi, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara á tel. 211211 ella honhann@honhann.fo