SIRI
Útgivið
8. juli 2024
Útgongur
1. august 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú gerast partur av toyminum ella kennir tú onkran, sum passar væl til uppgávuna?

Starvslýsing:
Dámar tær væl at arbeiða innan sølu, handil og marknaðarførðslu? Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í okkara hugnaliga handli? So hava vit møguliga rætta starvið til tín.

Vit leita eftir einum fyrikomandi sølufólkið, sum hevur kreativitet og brennur fyri marknarførðslu.

Um starvið
Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum umhvørvi, við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum og í einum handli har vøruúrvalið er sera fjølbroytt.

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi á 5 starvsfólkum. Starvið fevnur í høvuðsheitinum um at gera lýsingar á okkara sosialu miðlum, bíleggja og taka ímóti vørum og sølu.

Vit vænta, at tú:
Brennur fyri at veita eina góða tænastu
Kann arbeiða sjálvstøðugt
Er ábyrgdarfull/ur
Ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil/tænastu/marknarførðing.

Vit bjóða:
Eitt lítið, men hugnaligt arbeiðspláss við góðum samanhaldi
Møguleikan fyri ávirkan og at seta tín dám á handilin
Møguleikan at læra nógv og mennast
Eitt starv við ábyrgd

Løn og setanartreytir:
Starvið verður sett eftir avtalu. Arbeiðstíðin er áleið 34 tímar um vikuna, við løn eftir avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Siri á tlf 316610

Umsókn skal sendast til siri@siri.fo í seinasta lagi 1. aug 2024

Líknandi størv

4. oktober 2024
4. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið