Lýsing
Vilt tú gerast partur av toyminum ella kennir tú onkran, sum passar væl til uppgávuna?
Starvslýsing:
Dámar tær væl at arbeiða innan sølu, handil og marknaðarførðslu? Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í okkara hugnaliga handli? So hava vit møguliga rætta starvið til tín.
Vit leita eftir einum fyrikomandi sølufólkið, sum hevur kreativitet og brennur fyri marknarførðslu.
Um starvið
Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum umhvørvi, við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum og í einum handli har vøruúrvalið er sera fjølbroytt.
Tú verður partur av einum dugnaligum toymi á 5 starvsfólkum. Starvið fevnur í høvuðsheitinum um at gera lýsingar á okkara sosialu miðlum, bíleggja og taka ímóti vørum og sølu.
Vit vænta, at tú:
Brennur fyri at veita eina góða tænastu
Kann arbeiða sjálvstøðugt
Er ábyrgdarfull/ur
Ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil/tænastu/marknarførðing.
Vit bjóða:
Eitt lítið, men hugnaligt arbeiðspláss við góðum samanhaldi
Møguleikan fyri ávirkan og at seta tín dám á handilin
Møguleikan at læra nógv og mennast
Eitt starv við ábyrgd
Løn og setanartreytir:
Starvið verður sett eftir avtalu. Arbeiðstíðin er áleið 34 tímar um vikuna, við løn eftir avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Siri á tlf 316610
Umsókn skal sendast til siri@siri.fo í seinasta lagi 1. aug 2024