Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
10. juni 2025
Útgongur
24. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Partíðarstarv

Lýsing

Klaksvíkar kommuna søkir eftir trimum námsfrøðingum til Snjallubjallu at byrja 12. auguast 2025.
Snjallabjalla er frítíðarskúlin í Klaksvíkar Kommunu og húsast á Skúlavegi 1, í GarðaLisu og so skulu vit hava eitt nýtt høli afturat eftir summarfrítíðina.

Tá skúladagurin er liðugur hjá fittu børnunum í 1. og 2. flokki, renna tey yvir til Snjallabjallu, her koma dagliga umleið 165 børn og í løtuni eru vit 23 starvsfólk, sum arbeiða millum klokkan 11.00-17.00, men vit hava brúk fyri fleiri. Og kanska ert tú ein av teimum trimum námsfrøðingum á 25 tímar um vikuna sum vit leita eftir.

Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og gott stað/umhvørvi at vera í. Vit leggja m.a. dent á:

  • Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teirra fortreytum.
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Samskifti. Tað merkir, at vit ynskja, at eitt sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Góðar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo

Vit økja um virksemið og søkja eftir námsfrøðingum til Snjallubjallu

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið